Á heimavølli í Wunderino høllini í Kiel vann liðið hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu ein rimmar 31-29 sigur á SC Magdeburg, ið er verandi Champions League vinnari, og sum var ósigrað undan dystinum í kvøld. Í steðginum var Magdeburg á odda 12-10.
Elias skoraði trý mál upp á fýra málroyndir, og hann legði eisini upp til fýra mál (assist). Tað var serliga í seinna hálvleiki, at Elias vísti sítt høga støðið.
HER ber til frá DYN Handball at síggja ein samandrátt frá dystinum. Eitt mál og góðar málgevandi sendingar hjá Eliasi síggjast í samandráttinum:
##med2##











