Útlendskir miðlar siga, at iranski uttanríkisráðharrin, Abbas Araghchi, í kvøld hevur sett kós móti Sveis, har hann fer at samráðast við USA um eina kjarnorkuavtalu.
Hetta sigur iranska uttanríkisráðið í kvøld.
Abbas Araghchi fór úr Teheran seint í kvøld og er á veg til Genéve, har hann verður á odda fyri einari iranskari "diplomatiskari og tekniskari sendinevnd", sum iranska uttanríkisráðið máber seg.
- Óbeinleiðis kjarnorkusamrøður millum Iran og USA skulu haldast týsdagin við meklarum úr Oman, leggur iranska uttanríkisráðið aftrat.
Væntandi er, at iranski uttanríkisráðharrin eitt nú fer at hitta stjóran fyri Altjóða Kjarnorkustovninum, IAEA, Rafael Grossi, í Genéve.
Meðan kjarnorkusamráðingarnar vóru í fjør, leyp Ísrael á fleiri mál í Iran. Iran svaraði aftur við at leypa á mál í Ísrael.
Nakrar dagar seinni leyp USA á fleiri iransk kjarnorkuverk við bumbuflogførum.
Tað er framvegis ógreitt, hvørja ávirkan álopini høvdu á goymslurnar hjá Iran av 400 kilo av urani, sum var ríkað upp til 60 prosent, sum tað eitur.
Tað er Altjóða Kjarnorkustovnurin, IAEA, sum veit at siga um ríkaða iranska uranið.
USA og Iran tóku uppaftur samráðingarnar hin 6. februar í ár, eftir at amerikanski forsetin, Donald Trump, hótti Iran við álopum, um landið ikki gekk við til eina avtalu.
Donald Trump hevur eisini sagt, at tað besta, sum kann henda, er eitt stjórnarskifti í Iran, og USA hevur eitt nú sent heimsins størsta flogbera, USS Gerald R. Ford, til Miðeysturs.
Iranski varauttanríkisráðharrin segði í dag við BBC, at Iran er til reiðar at gera semjur á kjarnorkuøkinum, um USA er til reiðar at tosa um avtøku av revsitiltøkunum móti landinum.











