Viljormur Davidsen spældi allan dystin tá lið hansara, Vejle fyrr í dag frammanfyri 10.400 áskoðarum í Vejle megnaði javnleik 2-2 móti verandi meistarunum, Brøndby.
Vejle - Brøndby 2-2 (1-1)
3' 0-1 Mikael Uhre
35' 1-1 Dimitrios Emmanouilidis
55' 2-1 Wahid Faghir
81' 2-2 Christian Cappis
Aftaná dystin segði Viljormur við heimasíðuna hjá Vejle, at hann var vónbrotin um, at teir í Vejle ikki hildu leiðsluna og vunnu dystin. Teir í Vejle halda seg eisini vera snýttir fyri eitt brotsspark í tíðini dómarin legði aftrat. Kortini er talan um eitt týdningarmikið stig, tí undan dystinum hevði Vejle einki stig.
Vejle og Nordsjælland eru aftast í superliguni við einum stigi hvør. Komandi fríggjakvøld spælir Vejle í Herning móti FC MIdtjyllandi.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Vejle og Brøndby:
##med2##