Ungarn verður annað liðið úr EM-millumbólki 1, ið vinnur seg í EM-hálvfinalurnar.
Ungarn vann í dag frammanfyri stórari heimafjøld í Debrechen greiðan 37-29 sigur á Rumenia. Í steðginum var Ungarn á odda 20-15. Katrin Klujber var toppskjútti hjá Ungarn við 10 málum.
Fyrr í dag vann Montenegro 30-28 (14-14) á Póllandi.
Ungarn er oddalið við átta stigum. Fraklandi sum spælir móti Svøríki í skrivandi løtu er næstfremst við seks stigum.
Montenegro hevur fýra stig, meðan Rumenia og Svøríki hava tvey stig hvør. Pólland er aftast í bólkinum við ongum stigi.
Svøríki má vinna á Fraklandi fyri at hava ein møguleika at vinna seg í hálvfinalurnar.
HER ber til at síggja samandráttin hjá Eurohandball frá dystinum Ungarn-Rumenia 37-29 (20-15):
##med2##