VIDEO: U21 fekk 1-1 og 0-1 móti Moldova í 2009 og í 2010

(Video) Vit hava ongantíð møtt Moldova í A-landsdysti áður, men fyri 11 og 12 árum síðani hevði U21-landsliðið tvær tættar uppgerðir móti Moldova

Føroyar spæla hóskvøldið klokkan 19.45 HM-undankappingardyst á útivølli móti Moldova. FM1 hevur beinleiðis studiofrásøgn frá dystinum.

Fótbóltssøgan millum Føroyar og Moldova er ikki serliga drúgv.

Í 2003 møtti GÍ moldaviska liðnum, FC Dacia Chisinau í Intertoto Cup kappingini. GÍ tapti tepurt 0-1 á Svangaskarði, men á útivølli gjørdist talan um eitt greitt 1-4 tap.

A-landsliðið hevur ongantíð møtt Moldova, men í 2009 og í 2010 spældi U-21 landsliðið móti Moldova í EM-undankappingardystum.

4. september í 2010 taptu Føroyar tepurt 0-1 móti Moldova í Chisinau. Artur Ioniţă skoraði tá sigursmálið, hann hevur nú í fleiri ár spælt í italsku Serie A, og hann er nógv tann besti leikarin hjá Moldova.

Tá liðini møttust á ovara vølli í Gundadali í Havn 5. september í 2009 spældu liðini javnleik 1-1. Kristoffur Jakobsen hjá KÍ javnaði til 1-1 aftaná gott samanspæl við Christian R. Mouritsen og Páll A. Klettskarð. 

HER BER TIL AT SÍGGJA HÆDDARPUNKTINI KVF HEVÐI FRÁ DYSTINUM. Tað er rásin "Farerets", ið hevur fingið upptøkuna út á YouTube:

##med2##

Føroyska liðið: (Kelda: FaroeSoccer) :

 

Nr.Føroyar - LeikararFelag
16 Jóan Pauli Jakobsen (M)B36
2 Pætur JørgensenHB
3 Rógvi HolmAberdeen FC
5 Pól Jóhannus JustinussenB68
7 Rógvi PoulsenHB
8 Róaldur JakobsenB36
9 Finnur JustinussenVíkingur
10 Christian Mouritsen (L)B36
11 Kristoffur Jakobsen  76'
12 Páll Klettskarð  88'Vanløse IF
13 Heri H. Nesá  86'AGF
1 Hans Jørgensen (M)HB Køge
4 Dánjal Davidsen  86'EB/Streymur
6 Rógvi BaldvinssonAlgård
14 Rasmus F. NielsenAB
15 Odmar Færø  88'B36
17 Viljormur DavidsenOB
18 Hallur Hansson  76'Aberdeen FC