Millum ár og dag frættist um stór fótbóltstalent, ið eisini eru stór tónleikatalent.
Eitt av hesum er Asier Villalibre hjá baskiska liðnum, Athletic Bilbao sum spælir í La Liga í Spania.
Ígjár gjørdi Asier Villalibre veruliga við seg í Super Cup dystinum móti FC Barcelona.
Í vanligu leiktíðini javnaði hann til støðuna 2-2, og tryggjaði harvið Athletic Bilbao longda leiktíð.
Í longdu leiktíðini misti Lionel Messi hjá FC Barcelona tamarhaldið á sær sjálvum, og var vístur av vøllinum fyri at geva Asier Villalibre ein uppá kassan.
##med2##
Athletic Bilbao fekk einasta málið í longdu leiktíðini og vann harvið Super Cup dystin 3-2.
Aftaná dystin vísti Asier Villalibre, at hann eisini er ein framúr góður trompetspælari, og var hann stórliga fagnaður av liðfeløgunum meðan hann spældi eitt baskiskt sigurslag.
HER ber til at síggja løtuna tá Asier Villalibre spældi trompet aftaná Super Cup sigurin hjá Athletic Bilbao:
##med3##