34 ára gamla álopslegendan, Fernando Torres segði farvæl við trúføstu áskoðarafjøldina hjá Atletico Madrid við tveimum málum tá Atletico Madrid í seinasta umfarinum í La Liga spældi javnleik 2-2 ímóti Eibar.
Samlað er talan um eitt rættiliga gott kappingarár hjá Atletico Madrid, ið hevur vunnið Europa League, og endar næstovast í La Liga við 79 stigum, trimum stigum meir enn Real Madrid.
Fernando Torres hevur spælt við Atletico Madrid í tveimum førum. Fyrst millum 2001 og 2007, og nú aftur millum 2015 og 2018. Í 321 dystum fyri Atletico Madrid hevur Fernando Torres skotið 111 mál.
Fernando Torres spældi við Liverpool, árini 2007 til 2011, og við Chelsea, árini 2011 til 2014.
Við spanska landsliðnum vann Fernando Torres EM í 2008 og í 2012, og hann vann eisini HM við Spania í 2010. Við Chelsea vann Fernando Torres Champions League í 2012, og við Atletico Madrid vann hann Europa League í ár. Fernando Torres vann eisini FA Cup við Chelsea í 2012, men tað eydnaðist honum ikki at vinna Premier League ella La Liga.
TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá seinasta dystinum hjá Fernando Torres fyri Atletico Madrid, har hann endaði við stíli og skoraði tvey mál.