VIDEO: Tepri sigurin hjá Danmark ímóti Peru

(Video) Síggj hæddarpunktini frá HM-dystinum Peru-Danmark 0-1 (0-0)

Danmark vann ein kærkomnan, men harðvunnan og hepnan sigur á Peru í HM-bólki C fyrr í dag.

 

Yussuf Poulsen skoraði sigursmálið tá ein tími var spældur av dystinum.

 

Peru fekk ein gyltan møguleika at leggja seg á odda í evstu løtu í fyrra hálvleiki, tá ið dómarin, Bakary Gassama, við hjálp frá VAR-skipanini, gav Peru eitt brotsspark. Christian Cueva varð settur at skjóta, og hann skeyt langt upp um málið.

 

Eitt lítið korter inn í seinna hálvleik legði Danmark seg á odda 1-0. Yussuf Poulsen varð spældur í góða støðu í vinstru síðu og hevði góðan møguleika at leggja tvørturum, men hann valdi at skjóta sjálvur og fekk fult burturúr. 1-0 til Danmark.

 

Peru legði nógv fyri í royndini at javna, og serliga síðstu 10 minuttirnar fingu teir risastórar møguleikar. Tað var nærum ótrúligt, at bólturin ikki fór inn, og danir kunnu neyvan lúgva seg frá, at teir vóru hepnir við at fáa øll trý stigini.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Peru og Danmark.