Video: Túsundtals savnast fyri kærleikan

Kærleikin var í hásæti í Svøríki í gjár, tá ið túsundtals komu saman til frama fyri kærleikanum. 

 

 

Við Sergelstorg hittist tey mongu túsundtals fólkini fyri at standa saman eftir álopið, sum varð framt á sviar fríggjadagin. 

 

 

 

4 fólk lótu lív og 15 vórðu løstað, tá ið ein lastbilur koyrdi inn í mannamúgvu á Drottninggata í Stockholm. Ein 39 ára gamal maður úr Usbekistan er mistonktur. 

 

 

Trýst á pílin á myndini og sí videobrot frá Sergelstorg frá í gjár.