Svøríki kundi við sigri á Ungarn í Malmö Arena vinna seg upp á fyrsta plássið í EM-millumbólki 2.
Tað eydnaðist ikki. Svøríki mátti taka til takkar við javnleiki 32-32 móti Ungarn, ið var á odda 16-14 í steðginum.
Tað merkir, at undan seinasta leikumfarinum er Kroatia fremst í bólkinum við seks stigum. Ísland og Svøríki hava fimm stig hvør, men Ísland er betri innanhýsis. Slovenia hevur fýra stig, meðan Ungarn og Sveis hava tvey stig hvør.
Felix Claar var stórskjútti hjá Svøríki við 10 málum. Toppskjútti hjá Ungarn við átta málum var Miklos Rosta.
HER er skráin fyri millumbólk 2:
23. januar: Ísland – Kroatia 29-30
23. januar: Sveis – Ungarn 29-29
23. januar: Slovenia – Svøríki 31-35
25. januar: Slovenia – Ungarn 35-32
25. januar: Ísland – Svøríki 35-27
25. januar: Sveis – Kroatia 24-28
27. januar: Sveis – Ísland 38-38
27. januar: Slovenia – Kroatia 25-29
27. januar: Svøríki – Ungarn 32-32
28. januar: Slovenia – Ísland, kl. 14.30.
28. januar: Kroatia – Ungarn, kl. 17.
28. januar: Sveis – Svøríki, kl. 19.30.
HER ber til at síggja ein samandrátt frá Eurohandball frá dystinum Svøríki-Ungarn 32-32 (14-16):
##med2##











