- Fólk eru hjartaliga vælkomin at spyrja seg fyri, og fólk eru vælkomin at seta búgv her hjá okkum, sigur borgarstjórin í Sands kommunu, Kristian Oskar Henriksen

Her flaggar javnan fyri reistum sethúsum

- Vit hava serliga merkt ein veksandi eftirspurning seinasta hálva árið. Vit eiga framvegis nøkur planerað grundstykkir eftir, og fólk eru hjartaliga vælkomin at seta búgv her hjá okkum, sigur borgarstjórin

 

- Fólk eru hjartaliga vælkomin at spyrja seg fyri, og fólk eru vælkomin at seta búgv her hjá okkum, sigur borgarstjórin í Sands kommunu, Kristian Oskar Henriksen

Sands kommuna hevur í fleiri ár brúkt væl av peningi til útvegan av grundstykkjum, og hesar íløgur eru ikki minst gjørdar, nú Sandoyartunnilin var á veg og seinni er vorðin veruleiki. 

 

Á Sandi eru tvær rímiliga stórar sethúsaútstykkingar komnar seinnu árini, harav flestu grundstykkir í fyrru útstykkingini nú eru bygd.

 

Tað tók sína tíð, áðrenn verulig gongd kom á byggingina, og vit kunnu gita, at hetta hevði nakað við fíggingarmøguleikar at gera. Men, tá Sandoyartunnilin var nær, kom líka sum gongd á, og seinastu 4-6 árini eru nógv sethús bygd á Sandi.

 

Í nýggjastu útstykkingini, sum liggur beint norðanfyri hina fyrru, eru 30 grundstykkir, og soleiðis hevur kommunan seinnu árini útstykkjað og byggibúgvið fleiri enn 40 grundstykkir til sethús.

Nú eru eisini nøkur sethús komin upp í nýggjastu útstykkingini, sum liggur beint niðan av nýggja barnagarðinum, sum stendur lyklaklárur. Hetta er ein barnagarður til umleið 100 vøggustovu-og barnagarðsbørn.   

 

Borgarstjórin í Sands kommunu, Kristian Oskar Henriksen, heldur, at eini 15-17 sethús eru komin upp á Sandi og í Trøðum seinnu árini, og haraftrat eru nøkur hús eisini dagførd.

- Fleiri av teimum, sum hava bygt í næst nýggjastu útstykkingini, høvdu adressu á Sandi frammanundan, men ikki øll. 

Hann sigur, at tískil sæst ikki nakar stórur fólkavøkstur við fleiri av nýggju sethúsunum í fyrru útstykkingini.

 

- Men, nú familjur eru farnar at byggja í nýggjastu útstykkingini, hava vit havt ein ávísan fólkavøkstur, sum vit sjálvsagt fegnast um.

 

Borgarstjórin vísir á, at umleið helmingurin av grundstykkjunum í nýggjastu útstykkingini longu eru umbiðin, harav nøkur sethús nú eru komin upp, og onnur eru á veg.

- Vit hava serliga merkt ein veksandi eftirspurning seinasta hálva árið. Vit eiga framvegis nøkur planerað grundstykkir eftir, sum standa byggiklár.

Kristian Oskar Henriksen heldur fyri, at ein moderatur fólkavøkstur er hóskandi fyri eina kommunu sum Sands kommunu, tí tá missur tú ikki tamarhaldið á støðuni, sum hann tekur til.

- Fólk eru hjartaliga vælkomin at spyrja seg fyri, og fólk eru vælkomin at seta búgv her hjá okkum, sigur hann.

 

Borgarstjórin heldur, at karmarnir hjá familjum at seta seg niður á Sandi eru sera góðir. 

- Vit hava ein góðan og lutfalsligan nýggjan barnaskúla, har børnini ganga til og við 5. flokk. Síðan fara børnini í felagskúlan Inni í Dal, har tey ganga, til tey eru liðug við fólkaskúlan.

Hann vísir á, at við Sandoyartunlinum ber saktans til at búgva á Sandi, samstundis sum børnini, tá tey veksa til, ganga í miðnámsskúla ella eru í læru í høvuðsstaðnum.

- Teinurin millum bygdina á Sandi og miðbýin í Havn liggur um 25 minuttir, so hetta er eingin teinur at tosa um. 

Kristian Oskar Henriksen sigur, at Sandoyartunnilin hevur broytt alt við ferðing.

 

- Nú nýtist ongum at hugsa um veður, vind ella brim, tí nú slepst altíð um fjørðin. Vit hava fingið eitt fantastiska gott tunnilssamband, sum vit eru ómetaliga fegin um og takksom fyri, sigur hann.

 

Sandoyggin hevur eina góða ítróttarhøll, sum børn og ung í oynni hava stóra gleði av hvønn dag, og nú er eisini nýtt graslíki lagt á fótbóltsvøllin Inni í Dal.    

Tað er Sandoyar Skúlasamband, sum varðar av Meginskúlanum, fótbóltsvøllinum og ítróttarhøllini, og allar kommunurnar í oynni eru saman um Skúlasambandið. 

Her hava kommunurnar í oynni eitt sera gott samstarv.

 

Sjálvur brúkar borgarstjórin ein fittan part av sínari frítíð í ítróttarhøllini, har hann tekur sær av flogbóltsvenjingum, og tá ið so vikuskiftini eru, verður ferðast um landið til kappingar.

- Tað er mín áskoðan, at tað hevur alstóran týdning at halda børnum og ungum til felagsskapin, soleiðis at tey hava møguleikan at halda seg har, sum tað er gott at vera og ikki fella uttanfyri, sigur Kristian Oskar.

 

Eins og aðrar kommunur, hevur eisini Sands kommuna nakrar tungar postar at bera í dagliga rakstrinum, og millum hesar er eldraøkið. 

- Vit hava ongantíð brúkt meira til eldraøkið, enn vit hava fingið í afturbering frá landinum, men tað noyðast vit nú, sigur hann.

Kristian Oskar Henriksen leggur aftrat, at sjálvsagt skulu tey gomlu og óhjálpnu hava so góðar umstøður og karmar, sum tað yvirhøvur ber til at veita teimum.

- Vit vilja sjálvsagt, at øll skulu hava tað gott og trívast – heilt frá tí yngsta til hin elsta, sigur borgarstjórin.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

 

 

- Fólk eru hjartaliga vælkomin at spyrja seg fyri, og fólk eru vælkomin at seta búgv her hjá okkum, sigur borgarstjórin í Sands kommunu, Kristian Oskar Henriksen