Borðtennis: Sjey føroysk heiðursmerki í Íslandi

Átta leikarar á føroysku ungdóms- og A-landsliðum hava um vikuskiftið verið í Íslandi og luttikið í kappingini BH Open, sum er ein árliga afturvendandi kapping í Hafnarfirði, har føroyingar javnan hava luttikið áður.

Tíðindaskriv:

 

Her gjørdu føroyingarnir um seg, og tað vóru serliga A-landsliðsleikarin, Albert Weihe Wolfsberg, og ungdómsleikarin, Rasmus Teitsson í Skorini, sum gjørdu bart.

 

Albert, sum býr og spælir í Hillerød í Danmark, vann bronsu í stinnu kappingini Reykjavík International Games, sum varð hildið samstundis sum BH Open. Her vann hann eitt nú á íslendska ladsliðsleikaranum, Magnúsi Jóhann Hjartarsyni.

 

13 ára gamli Rasmus Teitsson í Skorini fór allan vegin og vann gull í U15A-kappingini, og prógvaði seg sum stinnasta leikara í hesum árganginum landanna millum. Í hesum sama bólkinum vann eisini føroyski Suni á Lava bronsu.

 

Rasmus var eisini um reppið at vinna gull í U19A, har hann tó tapti tepurt 3-2 í finaluni og harvið vann silvur.

 

Kappingin endaði við einari liðkapping, har leikarar - tveir og tveir - spældu saman í tveimum einmansleikum og einum tvímansleiki. Her gjørdist tað eisini til tvey heiðursmerki afturat. Hesi vunnu Rasmus Teitsson í Skorini og Suni á Lava við at vinna bronsu í liðkapping í bólki C, og Elsa Kathrina Gisladóttir og Hadassa Schwartson Christiansen somuleiðis við bronsu í liðkapping í bólki D.