Skulu held­ur broyta lóg um dag­pen­ing fyri at øll skulu fáa løn und­ir sjúku

Tað sigur Margit Stóra, landsstýriskvinna í heilsumálum í svari til grein 52a fyrispurning frá Anniku Olsen, løgtingskvinnu.

Um politiska ynskið er avmarkað til, at tey, sum í dag eru fevnd av dagpeningalógini, skulu fáa fulla løn undir sjúku, so er tað meira hóskandi at gera broytingina í dagpeningalógini heldur enn í starvsmannalógini.

 

Tað sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna, millum annað í svarið til Anniku Olsen, løgtingskvinnu, sum hevur sett henni ein grein 52a fyrispurning um løn hjá tímaløntum undir sjúku.

 

Annika Olsen setti landsstýriskvinnuni spurningar um løn vegna sjúku hjá tímaløntum og fólkum í tíðaravmarkaðum størvum, sum vóru soljóðandi:

 

  1. Hvussu nógv tímalønt og fólk í tíðaravmarkaðum størvum arbeiða á ávikavist eldraøkinum, heilsuøkinum og almannaøkinum í Føroyum?
  2. Hvussu nógv tímalønt og fólk í tíðaravmarkaðum størvum út yvir omanfyri nevndu økir eru á føroyska arbeiðsmarknaðinum?
  3. Kann landsstýriskvinnan greiða frá, hvussu hesi fólk eru stillaði í mun til løn undir sjúku sammett við onnur, sum eru í føstum starvi?
  4. Eru ætlanir at broyta lógina um starvsmenn soleiðis, at øll verða javnsett fíggjarliga, tá sjúka rakar?
  5. Nær verður ein nýggj lóg um starvsmenn løgd fyri Løgtingið

 

----

 

Margit Stóra sigur í svarinum, at Almanna- og heilsumálaráðið skilir spurningin soleiðis, at spyrjarin ynskir at fáa ein mynd av, hvussu vanligt tað er við tímaløntum og tíðaravmarkaðum størvum. Almanna- og heilsumálaráðið hevur avmarkað tøl til virkisøkið hjá Almannaverkinum, sjúkrahúsverkinum og eldraøkinum.

 

Tølini eru ikki egnað at brúka til hagtalsendamál, ið skulu samanberast tvørturum geirar, m.a. tí tað hevur ikki borið til at tryggja, innanfyri freistina av hesum spurningi, at háttalagið er tað sama á ymsu økjunum, umframt at tíðarskeiðið ikki er tað sama. Tað ber heldur ikki til at siga, hvussu nógv av teimum, sum fáa tímaløn, eru í føstum starvi í øðrum geirum.

 

Almannaøkið

 

Hjá Almannaverkinum hava tað í 2025 verið 1406 starvsfólk tilsamans í starvi í Trivnaðardeplinum og á barnaverndarstovnum. Harav hava tað verið 601 fólk, sum hava verið tímalønt. Umroknað til ársverk var talið av starvsfólkum tilsamans 805, harav 199 hava verið tímalønt.

 

Í fyrisitingini í Almannaverkinum hava 206 fólk verið í starvi í 2025, harav hava 14 verið tímalønt. Fyrisitingin fevnir um sosialráðgevar, hjálpitól, venjing, teknmálstulkatænastu og skrivstovufólk annars.

 

Á tænastuøkinum (barnaverndarstovnar, bútilboð og tænastur annars) hava í 2025 tilsamans verið 804 mánaðarlønt starvsfólk. Av hesum hava 69 fólk verið í tíðaravmarkaðum starvi. Í fyrisitingini hava verið tilsamans 192 mánaðarlønt starvsfólk, harav 15 hava verið í tíðaravmarkaðum starvi.

 

Tað skal gerast vart við, at í Almannaverkinum eru starvsfólk, sum eru mánaðarlønt í einari eind, men sum taka tímaløntar vaktir í øðrum eindum. Hesi starvsfólkini telja ikki við sum tímalønt í tølunum omanfyri. Tað ber ikki til at siga, í hvussu stóran mun tey tímaløntu, sum eru við í tølunum omanfyri, eisini eru í føstum starvi uttanfyri Almannaverkið.

 

Sjúkrahúsverkið

 

Á sjúkrahúsøkinum ber ikki til at seta tølini upp, soleiðis sum hesin spurningurin leggur upp til. T.d. eru 238 tíðaravmarkað størv í sjúkrahúsverkinum, men tað er í stóran mun útbúgvingarstørv hjá yngri læknum. Harumframt brúkar sjúkrahúsverkið nógvar konsulentar, sum er við til at gera tølini ógjøgnumskygd.

 

Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi vóru 26 tímalønt starvsfólk í 2024, og hetta eru reingerðarfólk. Landssjúkrahúsið hevur 29 tímalønt í føstum starvi (t.v.s. fingu løn í 12 mánaðir í 2024), men Landssjúkrahúsið hevur harumframt reingerðarfólk, sum eru fastlønt. Á sjúkrahúsunum eru eisini starvsfólk í føstum starvi, sum eru skrásett at fáa tímaløn í sambandi við t.d. yvirtíð og stakvaktir. Landssjúkrahúsið upplýsir m.a., at 141 starvsfólk í 2024 eru skrásett at fáa útgoldið tímaløn eina ferð, og 151 starvsfólk fingu tímaløn útgoldna 2-4 ferðir.

 

Eldraøkið

 

Kommunala arbeiðsgevarafelagið upplýsir, at í november 2025 arbeiddu 1980 fólk á eldraøkinum, svarandi til 1268 ársverk. Av hesum vóru 1073 í føstum starvi, meðan 907 vóru tímalønt. Umroknað til ársverk vóru 804 í føstum starvi og 465 tímalønt. Viðmerkjast kann at fleiri av teimum, sum eru tímalønt, hava høvuðsstarv hjá øðrum arbeiðsgevara.

 

Umleið 80 av starvsfólkunum á eldraøkinum eru í tíðaravmarkaðum starvi.

 

Kommunala arbeiðsgevarafelagið upplýsir, at einstøku arbeiðsgevararnir á eldraøkinum arbeiða við at minka um talið av tímaløntum setanum.

 

Til spurning 2

 

Almanna- og heilsumálaráðið hevur spurt seg fyri hjá Hagstovu Føroya um hagtøl fyri tímalønt og hagtøl fyri fólk í tíðaravmarkaðum størvum, men hesi tølini eru ikki tøk enn. Hagstova Føroya upplýsir, at stór framstig eru fyri framman viðvíkjandi arbeiðsmarknaðarhagtølum, og m.a. liggur í kortunum at fáa neyvari yvirlit yvir hesi viðurskifti hjá arbeiðsmegini.

 

Til spurning 3

 

Í Føroyum eru í høvuðsheitum tvær skipanir, sum tryggja løntakarum inntøku í sambandi við sjúku. Tað er ávikavist tey, sum hava rætt til løn undir sjúku, og tey, sum hava rætt til dagpening undir sjúku.

 

Tey flestu, ið eru fastlønt, og sum arbeiða í minsta lagi hálva tíð, eru fevnd av løgtingslóg um starvsmenn (starvsmannalógin). Í høvuðsheitum er tað soleiðis, at sambært starvsmannalógini er sjúka lóglig frávera, og sostatt hevur starvsmaðurin rætt til fulla løn undir sjúku. Tó kann starvsmaður sigast úr starvi við ein mánað freist, tá hann í einum 12 mánaðum skeiði hevur fingið løn undir sjúku í 120 dagar tilsamans. Tað eru eisini nøkur, sum sambært sáttmála hava rætt til løn undir sjúku. Í flestu sáttmálum hjá tí almenna, sum fevna um løn undir sjúku, er treytin, at arbeitt verður í minsta lagi 15 tímar um vikuna.  

 

Ein starvsmaður í tíðaravmarkaðum starvi, hevur rætt til fulla løn undir sjúku, til tíðaravmarkaða starvið er sett at enda. Aftaná tað fær starvsmaðurin dagpening sambært sjúkradagpeningalógini.

 

Ein arbeiðsgevari hjá persóni, ið er fevndur av starvsmannalógini, hevur sostatt skyldu at rinda fulla løn frá fyrsta fráverudegi, og inn til løntakarin ikki longur er í starvi. Tað sama er galdandi, um persónurin sambært sáttmála hevur rætt til løn undir sjúku.

 

Tey, sum ikki hava rætt til løn undir sjúku, hava frá fyrsta fráverudegi rætt til dagpening sambært sjúkradagpeningalógini. Tað eru serliga tímalønt, handverkarar og starvsmenn, sum arbeiða minni enn hálva tíð, sum eru fevnd av dagpeningalógini. Men eisini sjúkrameldaðir starvsmenn og onnur, ið hava rætt til løn undir sjúku, og sum blíva søgd úr starvi, detta yvir á dagpeningaskipanina.

 

Upphæddin, sum verður veitt í sjúkradagpeningi, er svarandi til mistu arbeiðsinntøkuna, tó við einum hámarki á 80 prosent av eini arbeiðsmannaløn. Tað merkir, at persónar, ið arbeiða niðursetta tíð, kunnu fáa fult endurgjald fyri mistu arbeiðsinntøkuna, tá tey eru sjúk. Hjá teimum, sum arbeiða fulla tíð ella hava eina hægri løn, kann sjúkradagpeningur í mesta lagi vera 5.799 kr. um vikuna, íroknað frítíðarløn.

 

Hjá tí partinum av arbeiðsmegini, sum hevur rætt til løn undir sjúku, er tað arbeiðsgevarin, sum heldur allar útreiðslurnar til løn til tann sjúka. Hjá teimum, sum eru fevnd av dagpeningaskipanini, rindar arbeiðsgevarin fyri fimm teir fyrstu dagarnar, meðan landskassin rindar frá 6. fráverudegi og upp til eitt ár. Í serligum førum kann dagpeningur verða veittur í longur enn eitt ár.

 

Til spurning 4

 

Um politiska ynskið er avmarkað til, at tey, sum í dag eru fevnd av dagpeningalógini, skulu fáa fulla løn undir sjúku, so er tað meira hóskandi at gera broytingina í dagpeningalógini heldur enn í starvsmannalógini. Starvsmannalógin fevnir um nógv onnur viðurskifti enn bara løn undir sjúku, og tað er ikki hóskandi generelt at tillaga starvsmannalógina soleiðis, at hon fevnir um allan arbeiðsmarknaðin.

 

At hækka hægstu dagpeningaveiting úr 80 % upp til 100 % av eini arbeiðsmannaløn hevði ógvuliga leysliga mett kostað landskassanum 10 mió. kr. um árið. Tað eru nógv tímalønt, sum hava hægri inntøku enn vanliga arbeiðsmannaløn, og skal dagpeningur veitast fyri fullan lønarmiss, so høvdu útreiðslur landskassans hækkað meira enn 10 mió. kr. Onki er sett av til endamálið í løgtingsfíggjarlógini fyri 2026, og arbeitt verður ikki við málinum í løtuni.

 

Neyðugt og tørvur er á eini nýskipan fyri at fáa eina góða og haldføra skipan, sum javnsetir allar løntakarar á arbeiðsmarknaðinum í sambandi við sjúku. Tað er ikki bara løntakarar, sum skulu javnsetast. Tað er eisini neyðugt í størri mun enn í dag at javnseta arbeiðsgevarar. Vit hava í Føroyum sum nevnt starvsmannalógina, sáttmálar og dagpeningalógina, sum geva arbeiðsgevarum og arbeiðsfólki ógvuliga ymiskar treytir í sambandi við sjúku, og ein nýskipan skal tí fevna um alla skipanina.

 

Tá ein starvsmaður verður langtíðarsjúkur áliggur tað arbeiðsgevaranum at rinda fulla løn í minsta lagi 120 dagar umframt uppsagnartíð. Tá ein tímaløntur verður langtíðarsjúkur, áliggur tað arbeiðsgevaranum at rinda eina dagpeningaupphædd fyri fimm dagar. Restina av útreiðslunum áliggur landskassanum.

 

Skal skipanin broytast soleiðis, at tey, sum eru fevnd av dagpeningaskipanini, fáa rættindi til løn undir sjúku eins og í starvsmannalógini, samstundis sum arbeiðsgevarar við starvsmonnum í starvi fáa somu treytir sum ásett í dagpeningalógini, fer tað at hava við sær ein útreiðsluvøkstur upp á 10-tals mió. kr. árliga. Soleiðis sum haldførisútlitini eru, verður neyðugt at hugsa skipanirnar av nýggjum, og eisini taka við onnur amboð sum t.d. sonevndu møguleikaváttanina.

 

Talan er um eitt arbeiði, sum fer at krevja nógva fyrireiking og greiningar, og sum skal gerast saman við pørtunum á arbeiðsmarknaðinum, sum tað ikki verður gjørligt at raðfesta áðrenn samgonguskeiðið er runnið.

 

Til spurning 5

 

Sambært samgonguskjalinum er ætlanin at dagføra verandi løgtingslóg um starvsmenn, men tað er ikki sannlíkt, at eitt uppskot verður lagt fyri Løgtingið í hesi tingsetuni, sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna almanna- og heilsumálaráðið.