Við javnleiki 2-2 móti í grannauppgerðini móti Moss á útivølli bleiv føroyingaliðið, Fredrikstad staðfestur meistari í OBOS-liguni.
Tað var tó ikki fyrrenn fimm minuttir inni í tíðini, ið dómarin hevði lagt aftrat, at Henrik Johansen javnaði til 2-2.
Sami Henrik Johansen legði upp til Brand H. Olsen, ið legði Fredrikstad á odda tá fimm minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki. 10 minuttir seinni hevði Moss bæði javnað til 1-1 og lagt seg á odda 2-1, men tað endaði lukkuligt fyri Fredrikstad.
Sigurin merkir, at Fredrikstad undan seinasta umfarinum er fýra stig frammanfyri KFUM Oslo.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Moss-Fredrikstad 2-2 (0-0).