YouTube-rásin "Krokomime" arbeiðir skjótt. Teir hava longu lagt málini út frá HM-undankappingardystinum millum Føroyar og Montenegro út. Ein dystur, sum føroyska kvinnulandsliðið vann 2-1 aftaná at hava verið aftanfyri 0-1.
Talan er um upptøkuna frá stroymingini hjá FSF og KVF, har Maria Z. Nesá segði frá.
Eyðvør Klakstein og Birita Nielsen skoraðu fyri Føroyar. Klokkan 13 týsdagin spælir Føroyar ímóti Turkalandi á Tórsvølli.