Seinnapartin jóladag var av ringasta veðri nógvastaðni í Føroyum. Í Klaksvík vóru sera harðar hvirlur, og nógvir stormskaðar stóðust av nógva vindinum.
Partur av tekjuni á Húsarhaldsskúla Føroya reiv og gjørdi skaða á vinnubygning hjá Looknorth. Nógv hús fingu eisini størri og smærri skaðar – rútar brotnaðu, klædningar loysnaðu og takplátur fóru í vindinum. Eisini fuku fleiri bilar í ógvusliga vindinum.
Jóhan Thomsen hevur í dag gjørt nakrar upptøkur av skaðum í Klaksvík.
Trýst á pílin í myndini omanfyri fyri at síggja upptøkurnar.










