Video: Ísland byrjaði við javnleiki

(Video) Ísland var á odda, men at enda var ógvuliga tætt við, at teir einki stig fingu við sær úr Ukreina.

Eftir ævintýrið í EM-endaspælinum í Fraklandi í summar, var løtan í kvøld komin til at Ísland skuldi seta hol á stóru royndina eisini at klára at spæla seg til eitt HM-endaspæl fyri fyrstu ferð nakrantíð.


Fyrsta royndin var á útivølli ímóti Ukreina, har Ísland loypti hvøkk á manntóma leikvøllin longu í 6. minutti, tá ið Alfreð Finnbogason varð spældur leysur og legði Ísland á odda 1-0.


Jón Daði Böðvarsson hevði risa møguleika at økja til 2-0, men hann skeyt upp um málið. Heldur hinvegin, so var tað Yevhen Konoplyanka, sum javnaði til 1-1 stutt undan hálvleikssteðginum.


Í seinna hálvleiki var Ukreina greitt omaná, og fáar minuttir fyri leiklok var hevði Yevhen Konoplyanka gyltan møguleika at tryggja heimaliðnum øll stigini. Hann misnýtti tó brotssparkið – stongina og út – og so endaði dysturin við 1-1-javnleiki.


Sum dysturin útartaði seg, so kunnu íslendingar ikki vera ónøgdir við eina stigið, og var hetta helst eisini ein góðtikin byrjan hjá Íslandi, sum er í undanbólki I saman við Finnlandi, Ukreina, Turkalandi, Kroatia og Kosovo.

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj málini, og brenda brotssparkið hjá Ukraina.