Landsliðsmálverjin, Mattias H. Lamhauge og liðfelagarnir í Fredericia spældu í dag á heimavølli javnleik 2-2 á heimavølli móti botnliðnum, HB Køge í dysti í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.
Tá bert 11 minuttir vóru leiktir sendi verjuleikarin, Anders Dahl ógvuliga margháttligt bóltin framvið Mattiasi og í egið mál. Christian Jensen Tue legði HB Køge á odda 2-0 í 55. minutti. Sambært Fredericia Dagblad sá Mattias ikki gott út í støðuni.
Christian Jensen Tue sendi eitt fríspark frá 30-35 metrum beinleiðis á málið. Fredericia Dagblad heldur, at Mattias gjørdi eitt málmansdropp við at vera ov seinur eftir bóltinum, ið sníkti seg innum stongina og í netið til 2-0. Men frásøgumennirnir hjá Viasat halda heldur, at tað var nógvi vindurin, ið snýtti Mattias í samband við hesa frísparksstøðuna.
Fredricia fekk tryggjað sær eitt stig við málum frá Emilio Simonsen og Gustav Markussen.
FC Fredericia-HB Køge 2-2 (0-1)
0-1 Sjálvmál (11.),
0-2 Christian Jensen Tue (55.),
1-2 Emilio Simonsen (70.),
2-2 Gustav Markussen (73.)
HER ber til at síggja málini frá dystinum millum Fredericia og HB Køge.