Elias Ellefsen á Skipagøtu gjørdi sítt við at senda átta av níggju skotum í spanska málið. Toppskjútti hjá Sävehof gjørdist Salihi Gzim við níggju málum uppá 12 skotroyndir, tá Sävehof vann 43-31 (23-16) á La Rioja úr Spania í fyrsta dystinum í bólkaspælinum í EHF European League, ið er tann næstfínasta evropeiska hondbóltsligan. Dysturin var leiktur í Partille ígjár.
HER ber til at síggja hæddarpunkt frá dystinum, m.a. tvey góð mál og nakrar góðar fríspælingar hjá Eliasi á sera høgum støði:
##med2##
Komandi dysturin hjá Sävehof í EHF European League bólkaspælinum verður á útivølli móti kroatiska liðnum, Nexe komandi mikukvøld.
Í bólkinum hjá Sävehof eru La Rioja, Nexe, Aix úr Fraklandi, Magdeburg úr Týsklandi og Gorenje úr Slovenia. Fýra tey fremstu av hesum seks liðunum fara víðari til áttandapartsfinalurnar.
Nexe vann á útivølli 30-29 (17-14) á Aix, og Magdeburg vann 31-27 (13-14) á Gorenje. Talan var um útisigrar í báðum førum.