Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í Sävehof fullu við minsta marginali í áttandapartsfinalunum í EHF European League ígjár.
Sävehof vann á heimavølli í Partille 34-28 (19-15) á Kadetten Schaffhausen úr Sveis í seinnu áttandapartsfinaluni á heimavølli í Partille. Kadetten vann 32-26 á heimavølli. Samlaða støðan gjørdist javnleikur 60-60, men sveisiska liðið hevði skorað fleiri mál á útivølli, og tað bjargaði teimum.
Í Sävehof kunnu teir iðra seg um seinna hálvleikin niðri í Sveis, tí í fyrra dystinum var Sävehof á odda 14-13 í steðginum. Sävehof hevði eisini eitt brotskast móti dystarenda í dystinum í Schaffhausen, ið kundi havt minkað munin til 27-32, og tá hevði ein 34-28 sigur á heimavølli verið nóg mikið til at vunnið liðið í fjórðingsfinalurnar.
Elias skoraði sjey mál fyri Sävehof ígjár.
Komandi sunnudag spælir Sävehof triðju endaspæls-fjórðingsfinaluna móti Lugi í Partille. Spælt verður best av fimm dystum, og er støðan javnleikur 1-1 í uppgerðunum.
HER ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum í Partille ígjár:
##med2##









