Evropeiska hondbóltssamgongan, EHF hevur gjørt ein samandrátt av EM-undankappingardystinum millum Eysturríki og Føroyar, ið Eysturríki vann 26-22 aftaná eitt heiðurligt føroyskt avrik, har serliga seinni hálvleikur sum endaði 12-12 stóð sterkur í myndini.
Serliga sterk í myndini stóð Marianna G. Eystberg sum skoraði ikki færri enn 12 mál í útidystinum í Eysturríki. Marianna skoraði átta av málunum í seinna hálvleiki.
Tá hann og Heidi Lava Elgeirsdóttir tóku samanum dystin á KVF helt viðmerkjarin, Ingi Olsen fyri, at talan var um eitt betri føroyskt avrik enn í 24-29 (12-15) tapinum fyri Eysturríki á heimavølli farna mikukvøld.
Eysturríki-Føroyar 26-22 (14-10)
Toppskjútti Eysturríki: Fabienne Tomassini 5 mál
Málskjúttar Føroyar: Marianna G. Eystberg 12, Pernille Brandenburg 3, Turið A. Samuelsen 2, Súna K. Hansen 2, Ingibjørg Olsen 1, Ninna Katrin Johansen 1, Lív B. Zachariassen 1.
Danmark er oddalið við átta stigum, Eysturríki hevur fimm stig, Rumenia hevur trý stig, og Føroyar eru aftast við ongum stigi.
20. apríl spæla Føroyar heimadyst móti Rumenia. Undankappingin endar við útidysti móti Danmark 23. apríl.
HER ber til at síggja ein samandrátt við góðum føroyskum og eysturríkskum málum. Tíverri síggjast ongar av góðu bjargingunum hjá Rakul Wardum:
##med2##