VIDEO: Petur og Lyngby endaðu næstfremst í grundspælinum

(Video) Síggj hvussu Petur Knudsen og liðfelagarnir vunnu 3-0 á Esbjerg á útivølli

Ígjár spældu Petur Knudsen og liðfelagarnir í Lyngby seinasta dystin í grundspælinum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.

 

Tað endaði væl við 3-0 sigri á Esbjerg á útivølli. Sigurin merkir, at Lyngby endaði næstfremst í grundspælinum við 43 stigum, átta stig aftanfyri oddaliðið, Helsingør.

 

Petur Knudsen var á vøllinum fyrstu 63 minuttirnar av dystinum. 

 

Lyngby skal nú spæla eitt endaspæl uppá 10 umfør saman við hinum topp-6 liðunum í grundspælinum. 

 

Esbjerg – Lyngby 

 

36′, Adam Sørensen, 0-1

67′, Sævar Magnusson, 0-2

77, Pascal Gregor, 0-3

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá 3-0 sigrinum hjá Lyngby í Esbjerg ígjár: 

 

##med2##