VIDEO: Niðurlond sendu Noreg út í myrkrið

(Video) Síggj Estovanu Polman skora eitt ótrúliga vakurt mál ímóti Týsklandi. Noreg røkkur ikki hálvfinalunum

Fyri fyrstu ferð síðani ár 2000 verður norska kvinnulandsliðið í hondbólti ikki á sigursskamlinum aftaná eitt EM-endaspæl. 

 

Noreg sum hevur vunnið EM í hondbólti síðani 1998 endaði uttanfyri hálvfinaluplássini, tá Niðurlond í dag vunnu 27-21 (14-10) á Týsklandi. Noreg hevur líka nógv stig sum Rumenia, ið er nummar tvey í millumbólki B, men Rumenia vann innanhýsis dystin, og tí endar Noreg nummar trý í bólkinum.

 

Niðurlond møta vertstjóðini, Fraklandi í hálvfinaluni. Í hinari hálvfinaluni møtast Russland og Rumenia. Dysturin Russland-Rumenia byrjar fríggjadagin klokkan 17.30. Dysturin Niðurlond-Frakland byrjar klokkan 21.

 

Noreg skal spæla dyst fríggjadagin klokkan 14 ímóti Svøríki, har norðurlendsku grannarnir kappast um fimta plássið.

 

Finalan verður spæld sunnudagin klokkan 17.30.

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj Estovanu Polman hjá Niðurlondum skora eitt sera vakurt mál ímóti Týsklandi fyrr í kvøld.

 

Seinastu úrslitini í millumspælinum:

 

Bólkur A:

 

Svøríki-Russland 39-30 (21-13)

Serbia-Frakland 28-38 (14-20)

Danmark-Montenegro 24-23 (9-12)

 

1. Russland 8 stig

2. Frakland 7 stig

---------------------

3. Svøríki 5 stig

4. Danmark 4 stig

5. Montenegro 4 stig

6. Serbia 2 stig

 

Bólkur B: 

 

Spania-Noreg 26-33 (9-15)

Ungarn-Rumenia 31-29 (14-12)

Niðurlond-Týskland 27-21 (14-10)

 

1. Niðurlond 8 stig

2. Rumenia 6 stig

----------------------

3. Noreg 6 stig

4. Ungarn 6 stig

5. Týskland 4 stig

6. Spania 0 stig