Til tíðindafundin á Old Trafford ígjár hevði høvuðsvenjarin hjá Manchester United, José Mourinho syrgt fyri, at initialini hjá Claudio Ranieri - CR - stóðu á troyggjini, sum hann var í.
José Mourinho slóg fast fyri tíðindafólkunum, at hetta var hansara máti at heiðra manninum, sum hevur skapt tað vakrastu søguna í Premier League nakrantíð, Claudio Ranieri, sum heilt óvæntað førdi Leicester City upp á ovasta tindin í Premier League farna kappingarár.
- Samanborið við tað, sum hendi mær aftaná eg hevði vunnið meistaraheitið við Chelsea, og bleiv uppsagdur, so er hendingin við mær bagatelir afturímóti tí, sum hendi Claudio Ranieri, tá hann fekk sekkin í Leicester, segði José Mourinho við tíðindafólkini, sum vóru til tíðindafundin á Old Trafford.
TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj og hoyr tað, sum José Mourinho hevði at siga um Claudio Ranieri.