Meir enn 16 ár eru liðin síðani vit seinast spældu undankappingardyst í Ísrael.
Tá vit spældu móti Ísrael í Tel Aviv 8. oktober í 2005 skoraði Símun Samuelsen eitt ógvuliga minniligt mál tá hann meddaði bóltin í málið frá baklinjuni. Símun hevur eftirfylgjandi sagt, at tað var tilætlað og ikki eitt "miseydnað" innlegg, ið onkur av liðfeløgunum segði hann ætla at gera.
Føroyar taptu tá 1-2. Málið hjá Símuni Samuelsen kom í tíðini sum dómarin hevði lagt aftrat.
Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum á FM1. Sendingin byrjar við upptakt aftaná tíðindasendingina, ið byrjar klokkan 18.30.
Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo
HER ber til at síggja minniliga málið hjá Símuni Samuelsen:
##med2##











