VIDEO: Mikkjal tapti aftur fyri GAIS

(Video) AIK Stockholm-GAIS 0-1 (0-0)

Heldur ikki í sínum øðrum dysti fekk Mikkjal K. Thomassen stig sum høvuðsvenjari hjá AIK Stockholm.

 

AIK Stockholm spældi í kvøld á heimavølli á Friends Arena frammanfyri 24.000 áskoðarum móti GAIS í bestu svensku fótbóltsdeildini.

 

Farna mánakvøld tapti AIK 0-2 fyri GAIS á útivølli á Gamla Ullevi leikvøllinum í Göteborg.

 

Í kvøld mátti AIK aftur lúta fyri AIK. Hesaferð tapti AIK 0-1 fyri GAIS, ið skoraði sigursmálið longu í triðja minutti av dystinum.

 

AIK hevði málmøguleikarnar, men teir tóku ikki av. 

 

Sostatt hevur Mikkjal enn ikki fingið stig ella mál í bestu svensku fótbóltsdeildini.

 

Komandi leygardag klokkan 14 fær AIK aftur møguleikan á útivølli móti Västerås.

 

Her ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum AIK Stockholm-GAIS 0-1 (0-1):

 

##med2##