Video: Maður gevur kvinnu ein frammaná

Ein fronsk kvinna svarar manni aftur á gøtuni, og afturfyri fær hon ein frammaná

Eitt videobrot frá einum vakmyndatóli í einari kafé øsir og skelkar nógv fólk í Fraklandi í hesum døgum. Videobrotið er av einari kvinnu, sum svarar einum manni aftur, og so verður hon sligin afturfyri. Miðlar í øllum heiminum skriva um hesa hendingina.

 

Á videobrotinum sæst ein kvinna í reyðum kjóla koma gangandi framvið einum manni. Tað sæst, at maðurin sigur okkurt við kvinnuna, men hon gongur víðari. Eftir hetta tekur maðurin eitt øskubikar og kastar tað tvørtur um kaféina og eftir kvinnuni. Hetta reagerar kvinnan uppá og vendir sær, og tá kemur maðurin yvir móti henni og smekkar henni ein framman á. 

 

Kvinnan í sjónbandinum eitur Marie Laquerre, og hon hevur úttalað seg um hendingina í fronskum miðlum. Hon sigur, at hann rópti fúl ókvæmisorð eftir sær, sum bæði vóru eyðmýkjandi og provokerandi. Hon svaraði honum aftur við at siga “halt kjaft”.

 

Har hava verið nógvir tilburðir av sjikanu á gøtuni í Fraklandi í seinastuni. Franska stjórnin er tí nú í ferð við at gera eina lóg, sum ger tað gjørligt at geva bøtur millum 670 kr og 5500 kr á staðnum til menn, ið gera kvinnum ónáðir á gøtunum.

 

Síggj hendingina omanfyri.