Jóan Símun Edmundsson var á vøllinum í ein tíma, og hann legði KA á odda 1-0 í 2-2 javnleikinum KA leikti á útivølli móti Dundalk í seinna dystinum í Europa Conference League undankappingini.
KA hevði eina 3-1 leiðslu við sær úr Akureyri og vann sostatt ein samlaðan 5-3 sigur.
Hetta merkir, at Jóan Símun skal aftur til Belgia. Tí KA skal spæla móti Club Brügge komandi hóskvøld klokkan 18 í tí fyrra dystinum í triðja undanumfarinum.
Pætur Petersen kom á vøllin fyri KA tá fimm minuttir vóru eftir av dystinum.
HER ber til at síggja málini í dystinum Dundalk-KA 2-2 (1-1):
##med2##
Í øðrum undanumfarinum í Champions League taptu Klæmint A. Olsen og liðfelagarnir 3-6 (1-4) fyri FC Keypmannahavn í Parkini. Breiðablik tapti 0-2 heima og tapti samanlagt 3-8.
Klæmint og liðfelagarnir í Breiðablik skulu nú royna seg móti Zrinjski í Europa League undankappingini. Fyrri dysturin verður í Bosnia Hersogovina komandi hóskvøld klokkan 20. Vinnur Breiðablik samanlagt á Zrinjski sleppa teir at spæla ein Play Off dyst um at koma í bólkaspælið í Europa League.
HER ber til at síggja málini í dystinum FCK-Breiðablik 6-3 (4-1)
##med3##