Video: Jákup Sverri á royndartúrum

Nýggja havrannsóknarskipið, sum fer at loysa gamla Magnus Heinason av, verður skjótt liðugt.

 

Í góðveðrinum í seinastu viku var nýggja havrannsóknarskipið - Jákup Sverri - á royndartúrum á firðum og sundum.

Ein video-upptøka er gjørd í hesum sambandi, og tað var Raclip í Runavík, sum gjørdi forvitnisligu upptøkurnar.

Snotuliga - og tó sermerkta - havrannsóknarskipið, sum fer at loysa gamla Magnus Heinason av, verður skjótt liðugt.

Filmsbrotið, sum varð gjørt á royndartúrum í síðstu viku, kann síggjast um hesa leinkju - http://www.mest.fo/sites/default/files/J%C3%A1kup%20Sverri_Export_3.mp4