Tað gongur framúr væl hjá toftamanninum, Jóan Símuni Edmundssyni í aðru bundesligu í Týsklandi.
Farna vikuskiftið javnaði Jóan Símun Edmundsson til endaliga úrslitið 1-1, tá lið hansara, Arminia Bielefeld fekk eitt stig við sær úr Heidenheim.
Í dag var Arminia Bielefeld á heimavølli tá Dynamo Dresden var á vitjan. Arminia Bielefeld vann dystin 2-1.
Jóan Símun Edmundsson legði Arminia Bielefeld á odda í 28. minutti. Seks minuttir seinni spældi Jóan Símun áleyparan, Fabian Klos leysan sum tók av og økti til 2-0. Dynamo Dresden minkaði um munin til endaliga úrslitið 2-1 í 87. minutti.
Jóan Símun Edmundsson spældi allan dystin fyri Arminia Bielefeld.
HERber til at síggja málini frá dystinum.