VIDEO: HJK Helsinki fekk góða upptakt undan dystinum móti KÍ

(Video) Síggj ein samandrátt av dystinum Ekenäs-HJK Helsinki 0-3 (0-0)

Hóskvøldið klokkan 19.45 spælir KÍ fyrra dystin í avgerandi Play Off umfarinum í Conference League um at vinna pláss í deildarspælinum, sum tað eitur nú.

 

Dysturin á Tórsvølli verður móti HJK Helsinki, ið hevur verið finskur meistari heilar 33 ferðir.

 

HJK Helsinki fekk sunnudagin eina góða upptakt til dystin móti KÍ á Tórsvølli.

 

Á útivølli í dysti í bestu finsku fótbóltsdeildini eydnaðist tað HJK at vinna 3-0 á Ekenäs. Øll málini vóru skotin í seinna hálvleiki.

 

HER  ber til at síggja ein samandrátt av dystinum HJK spældi fýra dagar undan dystinum á Tórsvølli:

 

##med2##