Nýggjársnátt kl. 03.02 fingu Rakul Svabo Róadóttir og Atli Jacobsen eina dóttur. Hon varð tískil fyrsti føroyingurin, sum varð føddur í 2018.
– Eg skilti á lagnum, at klokkan var blivin 12 nýggjársaftan, og eg haldi, at eg gav Atla ein muss á kjálkan men tað var ikki nógv meir enn tað. Tankarnir vóru eitt heilt annað stað, sigur Rakul Svabo Róadóttir um hendan heldur øðrvísi nýggjársaftan.
– Tað er stuttligt at vita, at hon var fyrsti føroyingurin í 2018, og tað fer óivað altíð at fylgja henni, sigur Rakul Svabo Róadóttir.
Tey greiða frá, at føðingin gekk væl, og at stórasysturin eisini er øgiliga stolt.










