Andrias Edmundsson og liðfelagarnir í Hellas Verona vóru fyri greiðum tapi í bestu italsku fótbóltsdeildini, Seriu A í kvøld.
Á útivølli Mapei Stadium – Città del Tricolore í Reggio Emilia tapti Hellas Verona greitt 0-3 fyri Sassuolo. Beint undan steðginum skoraði heimaliðið tvær ferðir, og teir øktu til 3-0 tá ein stórur tími var farin av dystinum.
Hetta var annað tapið á rað hjá Andriasi og liðfeløgunum, ið eru aftast í deildini við 15 stigum. Hellas Verona hevur níggju stig upp til Lecce á fjórðaftasta plássinum nú 13 dystir eru eftir at leika. So nú mugu nakrir sigrar til hjá Hellas Verona.
Leygardagin 28. februar fær Hellas Verona fína vitjan á Stadio Marcantonio Bentegodi leikvøllinum. Tá koma verandi meistararnir, Napoli á vitjan.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Sassuolo-Hellas Verona 3-0 (2-0). Andrias sæst við nummar fimm á rygginum:
##med2##











