VIDEO: Heini og liðfelagarnir stóðu fyri stórari steypasensasjón

(Video) Fótbóltslagið er framúr gott á Amager aftaná Fremad Amager hevur sent superligaliðið og verandi steypavinnarar, FC Midtjylland úr steypakappingini

Heini Vatnsdal var við frá byrjan tá lið hansara, Fremad Amager stóð fyri einari stórari steypasensasjón á heimavøllin í Sundby á Amager.

Fremad Amager megnaði við 1-0 sigri at senda sterka superligaliðið, FC Midtjylland úr donsku steypakappingini.

FC Midtjylland eru verandi steypavinnarar, so talan er um eitt satt bragd.

Stóra hetjan hjá Fremad Amager gjørdist Samson Iyede, ið skoraði sigursmálið tá 66 minuttir vóru farnir av dystinum. Tað serliga er, at Samson Iyede er fyrrverandi FC Midtjylland spælari. Av somu orsøk vildi Samson Iyede ikki fegnast ov nógv tá hann skoraði málið hjá Fremad Amager. 

Leikararnir hjá Fremad Amager spældu ein branddyst, og liðið úr næstbestu donsku fótbóltsdeildini hevði enntá møguleikar til at skora onnur mál í dystinum.

Twitter-síðan hjá Fremad Amager skrivar, at tað er langt síðani, at rómurin hevur so stórur á leikvøllinum í Sundby sum í kvøld. 

Liðið hjá Finni Justinussen, Roskilde sum eisini spælir í næstbestu donsku fótbóltsdeildini tapti á heimavølli 1-2 móti Randers FC í donsku steypakappingini. Finnur Justinussen byrjaði á beinkinum. 

HER  ber til at síggja sigursmálið hjá Fremad Amager tá teir sendu FC Midtjylland út úr donsku steypakappingini. .