Politiska støðan hevur verið ørkymlandi seinastu dagarnar, tí meðan samráðingarnar millum samgonguna og Miðflokkin slitnaðu, Javnaðarflokkurin fór á kreppufund í gjár og støðan hjá politiska meirilutanum er óviss, so segði løgmaður í gjár, at man hevði fingið semju í spurninginum um fiskivinnunýskipanina.
Tað er tó í besta føri óvist, tí keldur hjá Miðlahúsinum siga, at framvegis er einki broytt í Javnaðarflokkinum í spurninginum um fiskivinnuna. Sí Eirik Lindenskov, ábyrgdarblaðstjóra á Sosialinum greina politisku støðuna júst nú, við at trýsta á pílin á myndini.