VIDEO: Fyrsta málið hjá Jákupi Thomsen í pepsideildini

(Video) Síggj tey fýra málini føroyingaliðið, FH skoraði ímóti KR fyrr í kvøld

FH vann í kvøld 4-0 á KR í bestu deildini í Íslandi. Millum málskjúttarnar hjá FH var Jákup Thomsen, sum er úttikin til U21-landsliðið, ið skal spæla móti Póllandi fríggjadagin.

 

 

Morgunblaðið skrivar, at talan var um skot úr vinstru síðu og í handara málhorn. “Loks skorar Færeyingurinn fyrir FH” stendur í beinleiðis frásøgnini hjá blaðnum. Eisini stendur at lesa, at ungi áleyparin var raskur teir 68. minuttirnar hann var á vøllinum. Gunnar Nielsen stóð í málinum, meðan Brandur Hendriksson sat yvir við leikbanni.

 

 

HERber til at síggja tey fýra málini FH skoraði ímóti KR, harímillum vakra málið hjá Jákupi Thomsen.