Video: Føroyar vinna 8-0 á Andorra

Her ber til at síggja nøkur av málunum í 8-0 sigrinum hjá kvinnulandsliðnum á Andorra

Føroyska kvinnulandsliðið vann í gjár 8-0 á Andorra í EM undan undankappingini, sum verður spæld á Malta í hesum døgum. Rannvá B. Andreasen skoraði fýra mál, Heidi Sevdal tvey, meðan Lív F. Arge og Fríðrun Danielsen skoraðu eitt í part.

 

Trýst á pílin á myndini fyri at síggja samandráttin (Um tú ert á appini, so trýst HER)

 

Føriyska liðið tapti fyrsta dystin í bólkaspælinum móti Georgia. Fjórða liðið í bólkinum, Malta, vann í øðrum umfari á júst Georgia, so Føroyar hava enn møguleikan at koma víðari.

 

Les eisini: Føroyar hava enn møguleikan

 

Føroyar skal nú vinna á Malta, sum liggur á odda í bólkinum, samstudis sum Georgia ikki skal vinna við fleiri enn seks málum á Andorra í seinasta dystinum.

 

Støðan í bólkinum

1. Malta 2 dystir  7-4  6 stig

2. Føroyar  2 dystir  8-2  3 stig

3.  Georgia  2 dystir  3-2  3 stig

4.  Andorra  2 dystir  3-13  0 stig