VIDEO: Síggj fleiri flottar detaljir hjá Eliasi úr París

(Video) Síggj ein longri samandrátt frá EHF Champions League dystinum PSG-THW Kiel 28-34 (14-13)

Ein longri samandráttur er nú tøkur, har fleiri mál og fríspælingar hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu síggjast frá EHF Champions League dystinum, ið Kiel vann á PSG í París.

 

Kiel vann 34-28. PSG var annars á odda 14-13 í steðginum.

 

Elias gjørdist saman við Harald Reinkind toppskjútti hjá Kiel. Elias og Reinkind skutu sjey mál hvør.

 

Elias legði eisini hegnisliga upp til onnur mál hjá Kiel.

 

EHF valdi Elias á liðið fyri 6. umfar í EHF Champions League, ið er ein mikil heiður.

 

HER sæst ein samandráttur upp á 10 minuttir frá dystinum:

 

##med2##