TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá dystinum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini millum Fremad Amager og AB, sum var spældur í Sundby á Amager ígjár. Tað er YouTube rásin hjá Fremad Amager, sum hevur lagt hæddarpunktini út.
Finnur Justinussen gjørdist stóra hetjan hjá Fremad Amager, tá hann frammanfyri 1.400 áskoðarum skoraði einasta málið í dystinum ímóti AB á leikvøllinum í Sundby á Amager. Finnur skoraði sigursmálið við einum góðum langskoti longu tá 10 minuttir vóru farnir av dystinum. Úrslitið merkir, at Fremad Amager hevur tryggjað sær plássið í næstbestu deildini til komandi kappingarár.
Tað sermerkta við dystinum var eisini, at Ransin N. Djurhuus dømdi dystin, og Jørleif Djurhuus var annar av hjálpardómarunum. Tað er partur av norðurlendska dómarasamstarvinum, at norðurlendingar døma dystir í effodeildini, og okkara dómarar sleppa at døma í øðrum norðurlondum. Á upptøkuni er ein støða har Fremad Amager vil hava brotsspark, men Ransin metir, at talan er um málspark til AB.
Aftast í videobrotinum er ein samrøða við Finn Justinussen har staðfest verður, at Lars Olsen, landsliðsvenjari var til dystin har Finnur Justinussen stóð seg sera væl.
Støðan:
1
32
19
55
2
32
13
55
3
32
11
50
4
32
2
50
5
32
-10
48
6
32
5
44
7
32
-3
43
8
32
5
41
9
32
-1
41
10
32
-9
40
11
32
-5
35
12
32
-27
23










