Odmar Færø er so smátt komin fyri seg aftaná skaða, og hann var á beinkinum hjá Ham-Kam allan dystin tá Ham-Kam á útivølli í Sandefjord tapti 0-2 móti Sandefjord í næstbestu norsku fótbóltsdeildini.
Ari Mohr Jónsson spældi allan dystin tá lið hansara, Sandnes ULF ígjár tapti 2-3 móti Start suðuri í Kristiansand.
Kent Eriksen legði annars Sandnes ULF á odda 1-0 beint undan steðginum. Men í seinna hálvleiki skoraði Martin Ramsland reint hattrick fyri Start Kristiansand áðrenn Kent Eriksen minkaði um munin til 2-3 við einum brotssparki móti dystarenda.
Komandi sunnudag tekur Ham-Kam móti Skeid. Sandnes tekur ímóti Sogndal sama dag.
Bæði Sandnes og Ham-Kam hava 32 stig, og hava bæði 12 stig niður til niðurflytingarstrikuna.
Her ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Start Kristiansand og Sandnes ULF:
<iframe src="https://video.qbrick.com/play2/embed/player?accountId=938352&mediaId=3df9bc82-00090097-d8c12a8a&pageStyling=styled" allowfullscreen="true" frameborder="0" border="0" width="640" height="360"></iframe>











