Føroyski landsliðsbakkurin, Viljormur Davidsen og liðfelagarnir í Vejle í næstbestu donsku fótbóltsdeildini komu loksins á sigurskós aftur ígjár, tá teir á útivølli í Gladsaxe vunnu 2-1 á AB. Í steðginum var AB annars á odda 1-0.
Sigurin var sera týðandi, tí við sigrinum lyftu Viljormur Davidsen og liðfelagarnir seg væl úr botninum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini. Vejle hevur nú seks stig niður til niðurflytingarstrikuna.
TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá dystinum millum AB og Vejle.
Viljormur Davidsen fer nú at gera klárt at møta Andorra á útivølli saman við liðfeløgunum á tí føroyska fótbóltslandsliðnum.










