Við góðum og effektivum álopsspæli eydnaðist tað Svøríki at vinna 40-33 á Portugal í einum málríkum dysti í EM-millumbólki 2 í Hamburg. Í steðginum var Svøríki á odda 19-15.
Portugal hevur annars staðið seg væl í millumumfarinum, men í dag mátti unga portugisiska liðið lúta fyri roynda svenska liðnum.
Svøríki hevur nú saman við Danmark seks stig í millumbólki 2. Slovenia og Portugal hava fýra stig hvør, Noreg hevur tvey stig, og aftast eru Niðurlond við ongum stigi.
Klokkan 19.30 byrjaði dysturin millum Danmark og Noreg. Danmark kann við sigri ella javnleiki tryggja sær pláss í hálvfinaluni.
Fyrr í dag vann Slovenia 37-34 (19-13) á Niðurlondum.
Svøríki - Portugal 40-33 (19-15)
Svøríki: Lucas Pellas 10, Felix Claar 6, Max Darj 4, Albin Lagergren 4, Jim Gottfridsson 4, Lukas Sandell 4, Jonathan Carlsbogard 2, Sebastian Karlsson 2, Eric Johansson 2, Daniel Pettersson 1, Oscar Bergendahl 1.
Portugal: Martim Costa 8, Luis Frade 7, Francisco Costa 6, Pedro Portela 4, Salvador Salvador 3, Miguel Martins 2, Rui Silva 2, Leonel Fernandes 1.
HER ber til at síggja samandráttin hjá Eurohandball frá dystinum millum Svøríki og Portugal:
##med2##











