VIDEO: Eitt keðiligt brotsspark var munurin móti Grikkalandi seinast

(Video) Síggj keðiliga brotssparkið, ið førdi til 1-0 sigurin Grikkaland vann á føroyska kvinnulandsliðnum 5. apríl

Seinnapartin klokkan 16.45 spælir føroyska kvinnulandsliðið annan EM-undankappingardystin á Tórsvølli í hesari EM-undankappingini.

 

Mótstøðuliðið verður Grikkaland.

 

KVF vísir dystin í sjónvarpinum, og FM1 sigur beinleiðis frá dystinum. 

 

Føroyska kvinnulandsliðið avrikaði væl 5. apríl í tí fyrra EM-undankappingardystinum móti Grikkalandi á einum torførum útivølli úti á Kreta.

 

Føroysku kvinnurnar taptu upp á eitt brotssparksmál, ið var dømt ímóti Biritu Ryan tá 10 minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki. 

 

Veatriki Sarri umsetti brotssparkið til mál, og tað gjørdist munurin á máltalvuni tá dysturin var liðugur.

 

Birita Ryan var als ikki samd við dómaranum um, at talan var um brotsspark. 

 

Føroyska kvinnulandsliðið avrikaði væl í tí fyrsta EM-undankappingardystinum á einum torførum útivølli móti Grikkalandi úti á Kreta.

 

HER ber til at síggja støðuna sum førdi til brotssparkið, umframt sigursmálið hjá Grikkalandi:

 

##med2##