HM bólkur E fekk ongan dramatiskan enda. Brasil vann 2-0 á Serbia, og Kosta Rika javnaði ikki ímóti Sveis fyrr enn í tíðini dómarin hevði lagt tað aftrat, og tá kundi einki broyta útfallið. Brasil vinnur bólkin og spælir áttandapartsfinalu ímóti Meksiko, mánadagin klokkan 15, og Sveis er nummar tvey í bólkinum, og spælir ímóti Svøríki, týsdagin klokkan 15.
Brasil – Serbia 2-0 (1-0)
1-0 Paulinho, 36
2-0 Thiago Silva, 68
HERber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Brasil og Serbia.
Sveis – Kosta Rika 2-2 (1-0)
1-0 Blerim Dzemaili, 31
1-1 Kendall Waston, 56
2-1 Josip Drmic, 88
2-2 Yann Sommer, 90 sjálvmál
HERber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Sveis og Kosta Rika.
Støðan:
1. Brasil 7 stig
2. Sveis 5 stig
3. Serbia 3 stig
4. Kosta Rika 1 stig