TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj eitt stutt videobrot, sum in.fo tók úti í ICA MAXI høllini í Visby í Gotlandi fyrr í dag, har føroyska kurvabóltsliðið spældi ímóti Gotlandi. Gotland vann ein sannførandi 90-33 sigur.
Ein afturvendandi trupuleiki hjá føroyska liðnum var, at tá teir fingu tillutað tvey frí køst ímóti kurvini hjá mótstøðuliðnum, so var tað bert einaferð, at báðar royndirnar vóru settar inn og góvu liðnum stig. Í onkrum føri vóru báðar royndirnar kiksaðar. Ofta gekk tað, sum í videobrotinum her, at onnur royndin kiksaði og hin royndin eydnaðist.