Tað gjørdist Vida A. Højgaard sum í ár fekk virðisløn M.A. Jacobsens 2009 fyri fagrar bókmentir.
Hon fekk virðislønina fyri skaldsøguna »Mørk«, sum kom út í 2005 og fyri yrkingasavnið »Novemburmorgun«, sum kom út í fjør.
Í sambandi við handanina av virðislønini segði dómsnevndin millum annað soleiðis:
?Vida Akselsdóttir Højgaard hevur í yrkingasavninum ?Novemburmorgun? og skaldsøguni ?Mørk? víst á skaldsligu dygdir sínar.
?Novemburmorgun? er eitt samansett yrkingasavn við poetiskum myndum og beinraknum hugsanum. Yrkingarnar eru formliga fríar. Summar loysa tanlaðar myndir sundur, aðrar skapa nýggjar, lýsa eitt nú stríð í sinninum sum mótsetning millum súgur í sjónum og hunang í glasi.
?Mørk? lýsir sinnisrørslur og stríð millum krøv í átrúnaði og kyni, arbeiði og samfelagi.
Báðar bøkur eru týðandi skaldslig verk um samfelagstreytir og lív einstaklingsins. Reglan um lívið sum ?oyðimarkarferð/har eingin er at taka viðførið? samanfatar beinrakið lívsáskoðanina í bókum Vidu Akselsdóttir Højgaard.?