Við Sonju á gomlu kirkjugøturnar

Leygardagin verður gingið úr Hoyvíkar Kirkju til Kirkjubøar

Leygardagin verður gingið úr Hoyvíkar Kirkju til Kirkjubøar. Tað er Suðurstreymoyar Eystara Prestagjald, sum skipar fyri sonevndum vallaratúri úr Hoyvíkar Kirkju til Kirkjubøar.

 

Byrjað verður í Hoyvíkar Kirkju klokkan níggju leygarmorgunin, og haðani verður gingið oman í Havnar Kirkju og víðari út í Vesturkirkjuna. Steðgað verður við báðar kirkjurnar at hoyra eitt orð og syngja ein sálm.

 

Síðani gongur leiðin yvir Kirkjubøreyn. Ávegis verður steðgað við Reynsmúlalág at halda eina andaktsløtu, áðrenn leiðin gongur víðari út til Kirkjubøar, har steðgað verður við kirkjuna.

 

- Hetta er ein langur túrur, so gott er at hava matpakka og drekka við, sigur stigtakarin Sonja Klein, ið bjóðar øllum at vera vælkomin við á vallaratúrin.

 

Farið verður úr Hoyvíkar Kirkju klokkan níggju leygarmorgunin, og túrurin endar umleið klokkan 17. Eftir túrin koyrir bussur úr Kirkjubø aftur til Havnar. Hetta er annað árið á rað, at skipað verður fyri tílíkum vallaratúri. Í fjør var undirtøkan góð, og Sonja Klein vónar og væntar eisini góða undirtøku í ár.