Undirritaðu feløg sum umboðaðu vinnuna í gomlu nevndini hjá lønjavningargrunninum vilja harðliga mótmæla ætlanina um at avtaka yrkisráðið fyri lønjavningargrunnin.
Okkara feløg hava verið við til at sjtórna lønjavningargrunnin síðan fyrst í 50-unum. Og er hetta gjørt við ábyrgd fyri sovæl samfelagnum sum vinnuni. Vit duga at ásanna, at við nýggju stýrisskipanini kundi verið tørvur á at regulera hesi viðurskifti, og tí eftirlíkaðu vit uppskotinum hjá landsstýrinum um at skipa grunnin. Hetta varð tó gjørt við teirri avgjørdu fyritreyt, at yrkisráðið, sum landsstýrið sjálvt hevði uppskot um, varð sett í verk. Og vit meta yrkisráðið sum eina beinleiðis avtalu millum okkara feløg og landsstýrið.
Vit hava eisini eftir umbøn frá landsstýrinum valt okkara limir í hetta ráð. Vit meta ongan iva vera um, at orsøkin til at ráðið ikki er komið at virka útilukkandi liggur í landsstýrinum, sum ikki hevur so frægt sum gjørt eina reglugerð, sum løgtingið annars hevur álagt tí at gera.
Vit meta uppskotið um at avtaka yrkisráðið fyri at vera eitt sera álvarsamt álitisbrot millum vinnuna og landsstýrið. Vit meta grundgevingarnar fyri uppskotinum fyri at vera óhaldbarar. Men tá lógir sum longu vóru í gildi, tá umskipingin av lønjavningargrunninum vóru samtyktar, nú vera nýttar sum grundgeving fyri at avtaka yrkisráðið, so váttar hetta okkara varhuga av, at tað hevur ongantíð verið ætlanin at ráðið skuldi fáast at virka. Heldur skuldi ráðið nýtast fyri at sissa vinnuna og fyri at gera tað lættari at fáa uppskotið gjøgnum tingið. Hetta er ein framferð sum vit vilja átala og vit undrast yvir at meirilutin í vinnunevndini veruliga kann taka undir við eini slíkari mannagongd, sum eisini er ein undirgraving av løgtinginum sum hægsta vald.
Nú vit vita, at nýggjur landsstýrismaður verður útnevndur í næstu framtíð halda vit tað eisini vera rímiligt, at hetta mál verður beint aftur í landsstýrið, so vinnan saman við komandi landsstýrismanni í fiskivinnumálum møguliga kann koma til eina nýggja semju um hetta mál.
Føroya Fiskimannafelag
Føroya Skipara-
og Navigatørfelag
Føroya Reiðarafelag