Viðtalan skjótt fullmannað

Fýra læknar starvast nú í kommunulæknaviðtaluni í Hoyvík

Nýggja kommunulæknaviðtalan í Hoyvík er nú næstan fullmannað, aftaná tveir kommunulæknar aftrat eru fluttir inn í nýggja bygningin. Tað upplýsir Tórshavnar kommuna.

Kommunulæknaviðtalan bleiv tikin fyrst í oktober mánað, tá Bjarna Wardum og Turið Holm Johannessen vóru fyrstu kommunulæknarnir at flyta inn í bygningin.

Og í vikuni tvífaldaðist talið av kommunulæknum í Hoyvík, tá Guðrun Mortensen og Amalia Danielsen fluttu viðtalurnar niðan í Løgmannabreyt.

Frammanundan hevði Guðrun Mortensen viðtalu í Miðlon, meðan Amalia Danielsen hevði viðtalu í Berjabrekku.

Sostatt er tað einans Birni Hansen, ið manglar at flyta inn í nýggja læknamiðstøðina. Tá hann ger tað í næstum verða tað fimm kommunulæknar, ið hava viðtalur í bygninginum.