Gunvá við Keldu, Forkvinna Kommunusamskipan Føroya
---------
Í almennum skrivi frá Føroya Pedagogfelag 16. mai verða kommunu- og landspolitikarar bodnir á fund hjá felagnum. Á skránni er framløga av trivnaðarkanning, sum Føroya Pedagogfelag hevur latið gjørt millum starvsfólk á dagstovnaøkinum. Men hetta er vorðið sum innbjóðing, tí størsti parturin av innbjóðingini snýr seg um at niðurgera og ákæra kommunurnar fyri líkt og ólíkt.
Tað er ikki hissini ummæli, ið kommunurnar fáa í tíðindaskrivi, sum nevndin í Føroya Pedagogfelag hevur sent fjølmiðlunum í gjár, 16. mai 2011.
Sambært skrivinum hava kommunurnar ongar politiskar visjónir fyri dagstovnaøkið annað enn at spara pening. Politiski áhugin fyri hesum øki er so at siga ongin, sigur Pedagogfelagið
Víðari sigur Føroya Pedagogfelag, at einasta orsøkin til, at kommunurnar hava dagstovnar, er fyri at geva børnum eitt uppihaldsstað, soleiðis at foreldur sleppa til arbeiðis og kunnu lata skattakrónurnar renna niður í kommunukassarnar.
Føroya Pedagogfelag ákærir harumframt kommunurnar fyri at sleppa børnum við serligum tørvi upp á fjall og pástendur, at fíggjarliga trongdar kommunur siga seg ikki hava børn við serligum tørvi, ella, við øðrum orðum, í hesum kommununum fáa børn við serligum tørvi onga hjálp.
Felagið ákærir eisini kommunurnar fyri at steðga øllum menningararbeiði á dagstovnaøkinum fyri síðani at enda við at siga, at trupulleikin í síðsta enda snýr seg um manglandi normering á dagstovnaøkinum.
Hetta óhóskandi og líka so óskiljandi álop frá nevndini í Føroya Pedgogfelag endar við, at allir kommunupolitikarar verða bjóðaðir til framløgu av trivnaðarkanning millum starvsfólk á dagstovnaøkinum. Vorðið sum innbjóðing.
Kommunurnar hava
ment dagstovnaøkið
Kommunurnar hava, síðani tær í 2000 yvirtóku dagstovnaøkið, staðið fyri framburði og eini menning, sum neyvan er sædd innan nakað annað økið í Føroyum nakrantíð.
Kommunurnar hava brúkt 100 tals milliónir til rakstur og nýíløgur á økinum.
Kommunurnar stríðast hvønn einasta dag fyri at fáa starvsfólki, børnum og foreldrum teirra so nøktandi umstøður sum møguligt.
Hetta er skylda kommunanna, og hesa skyldu hava kommunurnar higartil livað upp til. Gaman í kann eitt øki altíð gerast betri, og økið er eisini í støðugari menning, og henda menning hevur eisini hægstu raðfesting í kommununum.
Gjald og vald mugu
sjálvandi fylgjast
Tað, sum kommunurnar í seinastuni hava funnist at, er, at ymisk arbeiði verða gjørd ella sett í gongd viðvíkjandi dagstovnaøkinum, uttan at kommunurnar á nøktandi hátt eru tiknar við frá byrjan.
Veruleikin er, at kommunurnar hava ábyrgdina av dagstovnaøkinum – ikki bert fíggjarliga, so sum Pedagogfelagið førir fram – men so sanniliga bæði innihaldsliga og fyrisitingarliga.
Føroya Pedagogfelag ákærir kommunurnar fyri at steðga øllum menningararbeiði við fráboðanini um, at “vit gjalda og tí skulu vit eisini valda”. Hetta átti at verið ein grundleggjandi og sjálvsøgd meginregla, sum eigur av verða vird av øllum pørtum, hóast aðrir partar tykjast at vilja broyta hetta til, “at kommunurnar skulu gjalda, men onnur skulu valda”.
Bróta vit við hesa meginreglu, sum øll kommunuálit higartil hava lagt upp til, og sum útveitingin av uppgávum frá landi til kommunur eisini grundleggjandi byggir á, so fer hetta at hava við sær fíggjarligan undirgang fyri kommunurnar. At vald og gjald fylgjast, er sjálvsagt.
Trivnaðarkanningin?
Føroya Pedagogfelag hevur latið gjørt eina trivnaðarkanning fyri starvsfólkið á dagstovnaøkinum. Burtur úr hesi rúgvismiklu kanning hevur Pedagogfelagið valt at taka eittans punkt út, nevniliga at tað eru 61% av starvsfólkunum, sum ikki, ella í ov lítlan mun kenna seg virðismett av politisku skipanini.
Hetta er harmiligt og er ein trupulleiki, sum kommunur eiga at taka í álvara.
At nevndin í Føroya Pedagogfelag bert nevnir hetta burtur úr eini kanning á 82 blaðsíður, fyri síðani at nýta hetta sum grundarlag fyri negativu umrøðuni av kommununum, sigur meira um nevndina í Føroya Pedagogfelag og hugburðin til konstruktivt at menna dagstovnaøkið, enn tað sigur um hesa annars áhugaverdu kanning.
Í høvuðsniðurstøðuni av trivnaðarkanningini stendur millum annað:
“Kanningin bendir á, at tey, sum starvast á dagstovnum í Føroyum, sum heild trívast í teirra arbeiði. Somuleiðis vísir kanningin, at ein stórur meiriluti heldur, at samsvar er ímillum tað, ið eyðkennir eitt gott starv, og starvið, ið tey hava í løtuni.” (s.68 Arbeiðsrit nr. 26/2010, Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning).
Heildarmyndin er góð, men kanningin vísir á bæði á negativ og positiv viðurskifti á dagstovnaøkinum, á sama hátt sum tær kanningar, sum fleiri av stóru kommunum eisini hava latið gjørt, vísa.
Hesar ábendingar taka kommunurnar í álvara, og arbeiða dagliga við víðari menning av økinum.
Manglandi virðing
At starvsfólk á dagstovnaøkinum ikki kenna seg virðismett er ein trupulleiki, ið sjálvandi skal takast í álvara, men tað er ein stór misskiljing, um nevndin í Føroya Pedagogfelag heldur, at málið verður loyst við tí framferð og orðalagi, sum felagið vísir í nevnda, almenna skrivi sínum.
Fyri at siga sum er, so er tað hugstoytt at fáa eina almenna innbjóðing, ið er so negativ og generaliserandi, og vil eg tí heita á nevndina í Føroya Pedagogfelagið at umhugsa ein betur hóskandi framferðarhátt í almenna rúminum, tá ið felagið alment býður teimum fólkavaldu og fólki annars til fundar.
Hetta hevði í øllum førum bøtt um virðingina fyri nevndini í Føroya Pedagogfelag, samstundis sum fortreytirnar fyri einum góðum samstarvi um at bøta um tað, sum tørvar, vórðu munandi betri.